Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið

Ung í Føroyum, serliga lesandi, hava ov trupult við at finna ein hóskandi og bíligan bústað.

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum:

 

Hetta er ikki bara ein praktisk avbjóðing, men eisini ein demokratiskur og sosialur trupulleiki. Tí tá ið ung ikki hava ein bústað, forðar tað fyri útbúgving, trivnaði og lívsmøguleikum her heima.

 

Hósdagin 4. september kl. 19 varpa Javnaðarflokkurin og Sosialistisk Ung ljós ein av mest álvarsomu samfelagstrupulleikunum í Føroyum í dag. Tiltakið, sum verður í Auluni í Finsen í Havn, er ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Á tiltakinum hoyra vit um ítøkiligu politisku ætlanina um at gera skrivstovurnar á Eiragarði 2 til lestrarbústaðir. Eisini verður kjak millum ung, politikarar og fakfólk um, hvussu vit kunnu loysa bústaðartrupulleikarnar og tryggja fjølbroyttar og haldførar bústaðarmøguleikar í Føroyum, so ung kunnu trívast og virka her.

 

Skráin er hendan:

 

19.00 Framløga um Eirargarð. Stjórin í Bústaðir greiður frá

 

19.15 Sofaprát millum Margit Stórá, landsstýriskvinnu, Hera á Rógvu, rithøvundur og samfelagsfrøðing, og Petur Simonsen, lesandi úr Ráð teirra lesandi

 

19.45 Steðgur

 

20.00 Pallborð við ungmannafeløgini úr ymsu flokkunum um bústaðarpolitikk og hvussu vit fáa fleiri og betri bústaðir til ung

 

Orðstýrari verður Beinta Løwe.