Borgarligi lýðveldisflokkurin í Kekkia, ODS, sum er partur av stjórnarsamonguni, vil nú hava fólkaatkvøðu um spurningin, hvørt Kekkia skal fáa sær evruna til gjaldoyra ella ikki.
Kekkia gjørdist limur í ES í 2004, og við tí bundu teir seg til at taka evruna til gjaldoyra, tí síðani evran kom, hevur tað verið ein av treytunum, sum nýggj limalond mugu ganga undir.
Men ODS vil nú vera við, at fyritreytirnar eru so nógv broyttar tey sjey árini, Kekkia hevur verið í ES, at fólkið má sleppa at taka støðu til evruna av nýggjum.