Samferðsluhavn í Suðuroy
Landsverkfrøðingurin setir setir rættiliga harðar treytir til eina samferðsluhavn.
Tað upplýsti Evald Kjølbro hjá Landsverkfrøðinginum á almenna fundinum leygardagin, har suðuroyingar vórðu kunnaðir um ætlanina.
Hann segði, at treytin er, at havnin skal kunna brúkast 98% av tíðini. Sostatt er tað bara einar 175 tímar um árið, at tað ikki skal vera sleppandi at fyri veðri.
Evald Kjølbro segði, at havnin, sum ætlanin er at gera á Trongisvági, lýkur allar treytir.
Tað vóru eisini drúgvar kanningar, sum vórðu gjørdar, áðrenn funnið var fram til at besta staðið var at byggja havnina við Lìtlu Hólmar.
Talan var bæði um aldukanningar av øllum fjørðinum og um royndir í tangum í Danmark, har tey høvdu roynt fleiri ymsar loysnir.
Evald Kjølbro segði, at havnin varð løgd, har hon var, tí har fekst mest fyri peningin, tá i hugsað verður um dygdina og prís.
Hann segði, at tann innari hólmurin fer partvíst undir grótkastið og at tað verða út við 30 metrar út til tann størra hólmin.
Má kannast umaftur
Landsverkfrøðingurin varð spurdur um tað bar til at flyta havnina einar 50 metrar longur inn, fyri at bjarga hólmunum.
Í hesum sambandi gjørdi bæði Evald Kjølbro greitt, at alt læt seg gera, bara tú betalti fyri tað!
Men teir høvdu ikki gjørt royndir av tí í kanningunum, sum vóru gjørdar.
?Tað er sógvuliga ógvuliga dýrt at gera modelroyndir og tí tí ber ikki til at kanna allan fjørðin út í æsir, men tað var neyðugt at velja nakrar møguleikar. Og møguleikin at leggja hana 50 metrar longri inni varðikki valdur, men møguleikin at leggja hana 250 metrar longri inni varð kannaður. Tær royndirnar vístu, at havnin bleiv verri, tá ið skipið skuldi liggja framvið landi, men skuldi skipið liggja út eftir molanum, kundi tað gera tað sama.
Men hetta verður ein havn, sum verður munandi dýrari, tí har er so nógv djúpari.
Umboðini fyri Landsverkfrøðingin søgdu, at ongar metingar vórðu gjørdar av, hvat tað fór at kosta at flyta havnina einar 50 metrar inneftir, so at hólmarnir verða bjargaðir.
Ein leyðslig meting sigur at tað fer at kosta ímillum 5 og 10 milliónir , bara fyri at flyta hana.
? Men skal havnin flytast, verður neyðugt at lata alt málið ganga umaftur, tí so verður neyðugt við nýggjum modelroyndum og kanningum. Tað er trupult at meta um, hvussu sjógvur ber seg at og tí er neyðugt at gera modelroyndir akkurát har, havnin skal vera.
Og tað var kanska tann mest álvarsami spurningurin, tí tað kundi taka mánaðir at sleppa framat at gera modelroyndir. Somuleiðis skuldi málið til friðingarmyndugleikarnar einaferð enn.
Og sum nevnt í aðrari grein, eru teir longu komnir í tíðarneyð.
Men av tí, at ongar royndir vórðu gjørdar av at flyta havnina 50 metrar, veit ongin . hvat tað í veruleikanum fer at kosta, tí sostatt veit heldur ongin, hvat tað fer at krevja av grótkasti og útfylling o.s.fr.
Eru kunnað
Annars vísti Landsverkfrøðingurin á, at allar kommunur í oynnu vóru fyri langari tíð síðani kunnaðar um, hvar ætlanin var at gera havnina og allar høvdu góðkent tað. Somuleiðis hevði ein fylgibólkur sitið og fylgt við allari tilgongdini og har høvdu Finnleif Guttesen og Jógvan Krosslá umboðað kommunurnar í Suðuroynni, men heldur ikki teir høvdu tikið fyrivarni við plássinum, har ætlanin var at leggja samferðsluhavnina.
Finnleif Guttesen, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, segði, at hann hevði ikki skilt tað soleiðis sum um at kommunurnar høvdu eitt orð at siga, men at talan einans var um kunning. Men hann vísti eisini á, at í býráðnum á Tvøroyri høvdu tey mett, at tað var ein góð loysn, sum Landsverkfrøðingurin hevði skotið upp.
Sí eisinigreinarnar:
?Tíðin má ikki vera avgerðandi?
?Alt má gerast umaftur?
?Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita?
?Ein bardagi við tíðina?