Setanarsáttmálin varð ikki fylgdur

300.000 krónur fekk Ernst Jacobsen fyri sítt arbeiði fyri Trygdargrunnin. Talan er um 15.000 krónur um mánaðin, afturvirkandi til juni 2011.

Samsýningin varð ikki góðkend av ALS-stýrinum frammanundan, hóast setanarsáttmálin hjá stjóranum greitt tilskilar hetta. Setanarsáttmálin, undirskrivaður av Ernst Jacobsen og Alfred Petersen 7. oktober 2005, tilskilar greitt at:

”Virkandi stjórin hevur ikki rætt til at hava annað starv, lønt ella ólønt, uttan at stovnurin frammanundan skrivliga hevur givið loyvi til tess.” (sí mynd)

Kortini hevur nú fyrrverandi Stýrið fyri ALS, nú aftaná, góðkent at nú fyrrverandi stjórin skal fáa tær 300.000 krónurnar. Eyka samsýningin til Ernst Jacobsen varð ikki samtykt í stýrinum fyri Trygdargrunnin fyrr enn í oktober í fjør.

Eingin forhondsgóðkenning er frá ALS-stýrinum, sum annars sambært sínum egna setanarsáttmála skal geva loyvi til at ALS-stjórin átaekur sær annað arbeiði, lønt ella ólønt.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum undrast yvir avtaluna við Trygdargrunnin.

- Hetta er ikki vanligt hjá tí almenna, at ein stjóri, sum fær álagt fleiri uppgávur, fær eina so mikið stóra lønarhækkan, skrivar Lønardeildin sambært svari til grein-52 fyrispurningi, ið Sirið Stenberg hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum.

Í sama svari skrivar Johan Dahl millum annað:

Í hesum málinum haldi eg, at tað eru hesi viðurskifti, sum serliga eru óheppin. At tað uttan góðkenning frá Stýrinum fyri ALS varð gjørd avtala við Trygdargrunnin, at stjórin fyri ALS skuldi fáa kr. 15.000 í løn sum stjóri fyri Trygdargrunnin, eisini havandi í huga, at sum stjóri í ALS er hann løntur í 39. lf. hjá tænastumonnum + 15% í eftirløn (t.e. 52.660,64 kr. + 15% í eftirløn * 14) = 847.836,30 kr.