Sethúsamarknaðurin ikki skipaður í ár

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, viðgongur, at landsstýrið ikki hevur raðfest øki við keyp og sølu av sethúsum, har lógloysi valdar í løtuni. Hann dugir ikki at siga, nær vit fáa viðurskiftini skipaði á sethúsamarknaðinum

Í Útvarpinum í gjárkvøldið kundi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, ikki siga nakað sum helst um, nær viðurskiftini á sethúsamarknaðinum verða nøkulunda skipaði.
Aðrastaðni tryggjar lóggávan keyparan, og Jacob Vestergaard viðgekk, at lógin ikki tænir keyparanum upp á nakran máta. Í Føroyum er marknaðurin seljarans burturav, og eitt beinleiðis úrslit av hesum er, at fimta bústaðarmeklarafyritøkan sá dagsins ljós, tá Føroya Banki kom á marknaðin við Skyn.
– Vit hava ikki lógina nóg væl aftanfyri, tá ið tú keypir hús, ásannaði Jacob Vestergaard í Útvarpinum í gjárkvøldið.
Hann mátti viðganga, at landsstýrið ikki hevur raðfest øki. Jacob Vestergaard dugdi ikki at siga, nær vit í Føroyum fáa skipaði viðurskifti á sethúsamarknaðinum. Tað verður tó neyvan í ár, framgekk tað av útsagnunum hjá landsstýrismanninum.