Sum heild benda nýggjastu sethúsaprísirnir á, at príslegan er støðug í øllum landinum Meðalprísurin fyri handlaði sethús í Tórhavnarøkinum fór í 3. ársfjórðingi upp aftur á støðið frá 4. ársfjórðingi 2006 eftir eitt lítið fall í 1. ársfjórðingi í 2007. Í størri bygdum er prísurin framvegis nakað fallandi eftir at hava toppað 1. ársfjórðing 2007. Í smærri bygdum tykist vøksturin, sum hevur verið síðani 2006, at vera avhæsaður.
Meðalprísurin fyri handlaði sethús í Tórshavnar-økinum í 3. ársfjórðingi 2007 er gjørdur upp til 2,5 mió. kr. móti 2,3 mió. kr. í bæði 2. og 1. ársfjórðingi 2007 og 2,5 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2006.
Ábendingar eru tískil um, at tann bíðistøða, sum tóktist at vera á sethúsamarknaðinum í Tórshavn fyrru helvt í ár, nú er endað í, at seljarar og keyparar ikki vænta, at prísurin fellur meira.
Broytingin frá 2,3 til 2,5 mió. kr. kann tó neyvan tulkast sum, at sethúsaprísurin aftur er í hækking, kanska heldur sum, at príslegan er støðug um 2,3-2,5 mió. kr.
Prísurin í størri bygdum er í 3. ársfjórðingi gjørdur upp til 1,15 mió. kr. móti 1,25 í 2. ársfjórðingi 2007, 1,31 mió. kr. í 1. ársfjórðingi og 1,01 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2006. Prísurin hevur sostat verða spakuliga lækkandi teir 3 fyrstu ársfjórðingarnar í ár.
Eik væntar, at príslegan í størri bygdum heldur seg á hesum støði, so leingi prísurin í Tórshavnar-økinum er støðugur.
Í minni bygdum er prísurin í 3. ársfjórðingi gjørdur upp til 1,1 mió. kr., ið er tað sama sum í 2. ársfjórðingi. Har hevur prísurin verið hækkandi síðani 3. ársfjórðing 2006, tá prísurin var 0,83 mió. kr., til 0,88 mió. kr. í 4. ársfjórðingi, 0,95 mió. kr. í 1. ársfjórðingi 2007 og til 1,1 mió. kr. í 2. ársfjórðingi 2007.
Eisini fyri smærri bygdir verður væntað, at prísgongdin verður sum í størri bygdum og í Tórshavnarøkinum, hóast helst nakað seinkað.
Kelda: Eik Banki