Setið ein løgtingsins umboðsmann!

Formansskapurin í løgtinginum hevur ikki í umbúna at fremja samtyktina at seta ein løgtingsins umboðsmann. Í staðin ætlar formansskapurin at bøta arbeiðsumstøðurnar hjá landsstýrismálanevndini, ið virkar sum klagustovnur hjá løgtingi og hjá almenninginum.

Tað er ikki sørt næsadjarvt at sleppa ætlanini at seta ein løgtinsins umboðsmann, sum skal virka sum ein óheftur klagustovnur hjá fólkinum, tá tað snýr seg um mál í almennum høpi. Tað er nógv ár síðani, at málið varð reist á fyrsta sinni. Og ein av teimum, sum stríddist við hesum máli, var Karin Kjølbro - partakona hjá løgtingsformanninum, Finnboga Ísakson!!!


Løgtingsformaðurin heldur eftir øllum at døma, at landsstýrismálanevndin kann megna hesa uppgávuna, um hon fær økta hjálp. Til tað er at siga, at landsstýrismálanevndin er mannað við politikarum - kanska politikarum, sum skulu viðgera klagur, sum teir sjálvir ella flokkur teirra hevur ábyrgdina fyri.


Ein politiskt vald landsstýrismálanevnd kann ongantíð gerast tann óvildugi klagustovnur, sum Føroya fólk hevur krav uppá, um vit skulu tala um eitt samfelag við rættartrygd. Tí eigur løgtingið at seta formansskapin upp á pláss og krevja, at ein umboðsmaður verður settur skjótast gjørligt.


Hinvegin er einki í vegin fyri, at landsstýrismálanevndin fær bøtta hjálp. Tað er bæði skomm og dømi um líkasælu og vantandi virðing fyri landsins borgarum, at klagan hjá Føroya Sílaveiðufelag um framferðina hjá landsstýrinum í alimálinum á Hovsvatni hevur ligið í landsstýrismálanevndini í hálvtannað ár. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er harðliga brúk fyri einum løgtinsins umboðsmanni.