Ítróttarklumma
Tað er ikki smávegis ætlan, sum Todi Jónsson saman við øðrum føroyskum íleggjarum barslar við á Amager.
Eitt stadion fyri tvær milliardir fær helst ætlaða tjóðarvøllin hjá FSF at síggja út sum tunn lummaull, men tað hoyrir eisini við til fortreytirnar, at fortreytirnar fyri at skapa eitt nøktandi fíggjarligt grundarlag til slíka ætlan eru nakað væl betri í danska enn føroyska høvuðsstaðnum.
Og partvíst ber eisini til at skapa hesar fortreytir sjálvur.
Við at seta sær sum mál, at Keypmannahavn skal vera norðurlendski høvuðsstaðurin, tá um ræður rimmar mentunar- og ítróttatiltøk, er tvørtræið longu lyft nakað nógv hægri, enn tey flestu hava roynt áður. Men tað er nú ikki nakað, sum menninir handan ætlanina ikki hava roynt áður.
Brian Mollerup, ið er settur sum høvuðsmaðurin í ætlanini, hevur áður sett sær mál, sum fyri øðrum tykjast veruleikafjar, men sum kortini eru rokkin. Hann var maðurin, sum stóð fyri HM í kvinnuhondbólti. Saman við Anju Andersen bygdi hann upp á fýra ár Slagelse frá at vera eitt lið í næstbestu donsku deildini til at vera heimsins sterkasta lið í kvinnuhondbólti. Og saman við øðrum megnaði hann at savna ikki bara Herning og Ikast men at kalla alt Norðurjylland, so ein seriøsur avbjóðari til danska fótbóltstindin kundi skapast.
Og tað er júst slíkt víðskygni, sum skal til, um mørk skulu flytast. Summi hava hug til at siga, at tann, sum ikki fer upp um garðin, har hann er lægstur, er ikki heilt rættsiktaður. Eitt amerikanskt orðafelli sigur, at tú skalt leita eftir hægsta punktinum á garðinum, og síðani hoppa so alt tað, sum tú orkar.
Undir øllum umstøðum er einasta royndin, sum ikki miseydnast, tann, ið tú ongan tíð gert. Tað er kanska tryggari, men avgjørt ikki eins spennandi.