Setur tiltøk í verk fyri at minka um trotið á læknum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at sum gongdin er nú, eru ikki útlit fyri at fáa læknar til fleiri størv

 

Sum støðan er nú, eru ikki útlit fyri, at vit fáa kommunulæknar í fast starv. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Men hann leggur afturat, at tað er eitt mál, hann fer at taka upp við tí endamáli at útvega fleiri læknar.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við læknatrotið.

Hann vísir á, at í løtuni eru 15 føroyskir yngri læknar í Føroyum, men tað eru bara trý útbúgvingarstørv til teir, og tað merkir, at vit hava 10-12 yngri læknar, sum mugu av landinum aftur.

Landsstýrismaðurin sigur, at í 2004 varð ein serstøk játtan sett á stovn til at útbúgva yngri læknar í føroyska heilsuverkinum. Og tað hevur roynst sera væl, tí síðani eru 29 kommunulæknar útbúnir í Føroyum.

– Hinvegin hava Landssjúkrahúsið og Heilsutrygd víst á, at tørvur er á enn fleiri útbúgvingarstørvum av ymsum slagi, bæði til kommunulæknar og til aðrar sergreinar á sjúkrahúsverkinum.

– Eg viðurkenni, at tørvur er á fleiri útbúgvingarstørvum, tí fari eg at taka málið upp við avvarðandi partar í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann sigur at við fleiri útbúgvingarstørvum, høvdu fleiri føroyskir yngri læknar havt møguleika at koma til Føroyar at arbeiða millum lesturin og høvuðsútbúgvingina.

– Royndir hava víst, at fáa vit knýtt bond við læknar undir útbúgving, økir tað um møguleikan fyri, at teir vilja koma til Føroyar tá ið teir eru heilt lidnir við útbúgvingina.

Og landsstýrismaðurin sigur, at áhugin hjá føroyskum læknalesandi at koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur, er ovurstórur. Men fleiri útbúgvingarstørv á Landssjúkrahúsinum høvdu havt við sær, at meiri orka var til kanningar og viðgerðir, og harvið hevði tað borið til at stytt um bíðilistarnar.

Í løtuni eru tað 34 kommunulæknar  í Føroyum. 26 av teimum eru í føstum starvi, men hinar átta viðtalurnar eru mannaðar við skiftandi avloysarum.

Tá ið hugsað verður um aldurin á kommunulæknunum, og talið á læknum undir útbúgving, sum verða lidnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fleiri av leysu størvunum verða mannaði við føstum lækna komandi árini, sigur landsstýrismaðurin og tí fer hann at arbeiða fyri, at fleiri útbúgvingarstørv vera til læknar í Føroyum.