Fróðskaparsetur Føroya hevur avgjørt javnan at hava Seturskjaki har deildirnar á Setrinum skiftast um at skipa fyri. Endamálið við hesum tiltaki er at geva høvi at viðgera og kjakast um ymisk evnir, sum eru frammi í samfelagnum. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin stendur fyri komandi seturkjaki hóskvøldið klokkan 19:30-21.00. Avgjørt er, at evnið hesaferð skal vera heilsupolitikkur, har yvirskriftin er:
Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?
Í dagsins samfelag verður javnan varpað ljós á fólkaheilsuna. Hetta verður m.a. gjørt við at geva árunum heiti alt eftir hvat umráði dentur skal leggjast á. Dømi um hetta er kostár og rørsluár. Í ár er heiti Eldraár!
Ein partur av grundarlagnum undir at varpa ljós á hesi umráðir, er Visjón 2015, har m.a. Fólkaheilsuætlan Føroyinga, sum byggir á fyribyrging og heilsufremjan, er ein liður í hesi visjón. Við støði í hesum áliti, koma javnan tilmælir og átøk, sum skulu viðvirka til at náa settu málum í ætlanin. Og javnan verða hesi fylgd. Dømi um hetta er: MARK
Allur politikkur og sostatt eisini fólkaheilsupolitikkur, hevur eitt virðisgrundarlag, sum kemur til sjóndar í førda »politikkinum«, og sum tí vil fáa avleiðingar fyri borgaran. Tí hevur tað almennan áhuga at varpa ljós á virðisgrundarlagið undir heilsupolitikkinum.
Leisturin fyri Seturskjakinum verður skipað sum pallborðskjak, har luttakararnir eru: umboð fyri politiska myndugleikan og fakfólk innan heilsupolitiska økið.
Pallborðskjakið verður skipað í tráð við útvarpssendingina »Spyr bara«, har:
Orðstýrarin setur spurningin
Pallborðsluttakararnir fáa 2 minuttir at siga sína hugsan um hendan
Kjak millum pallborðsluttakararnar sínámillum og við áhoyrararnar
Orðstýrarin endar Seturskjakið við at geva pallborðsluttakarunum høvi at taka samanum/gera sínar síðstu viðmerkingar til, hvat er komið fram undir kjakinum.