Setursarbeiðið føroyskt málsøki

-Finst nakar útlendskur stovnur, sum eftirmetir og góðkennir vísindaliga arbeiði Fróðskaparsetursins spurdi tingmaðurin Finnur Helmsdal landsstýrismannin Óla Holm í tinginum herfyri


Fyrispurningur á tingi


. Í svari sínum sigur Óli Holm, at sær er upplýst, at eingin útlendskur stovnur hevur beinleiðis eftirlit við ella góðkennir virksemið á Fróðskaparsetrinum. -Universitetsundirvísing og ?gransking hevur frá byrjan verið føroyskt málsøki. Hinvegin taka vísindastarvsfólkini lut í akademiska samskiftinum, sum er millum universitetini í grannalondunum, og sum virkar til frama fyri, at vísindaliga stigið verður hildið uppi og dagført. Samskiftið byggir á sínámillum próvdøming og metingar á ymsu stigunum í skipanini.

Í sambandi við vísindastarvssetanir verða allar umsóknir mettar av serfrøðingum á fakøkinum, aloftast 3 fólk, har minst 2 eru útlendingar. Próvdómararnir til flestallar próvtøkur á Fróðskaparsetrinum eru vísindastarvsfólk á útlendskum universitetum ella fólk á stovnum, sum taka ímóti og seta kandidatar í starv. Próvdómararnir verða góðkendir av Mentamálastýrinum.

Í minsta lagi 2 av teimum 3 limunum í dómsnevndunum til Ph.D.-ritgerðir á Fróðskaparsetrinum skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarstovni innan granskingarøki Ph.D.-studentsins. Próvdómararnir skulu allir vera lektarar ella professarar í føstum størvum ella hava samsvarandi førleika á granskingarøki Ph.D.-studentsins.

Vísindastarvsfólkini á Fróðskaparsetrinum skriva greinir og bøkur, sum verða prentaðar í tíðarritum og givnar út á forløgum, sum hava sínar eftirlitsskipanir, sum tryggja, at avrikini vísindaliga eru í lagi. Somuleiðis eru vísindastarvsfólkini á Fróðskaparsetrinum próvdómarar, virka í próvnevndum til Ph.D.- og dr.phil.-ritgerðir og í starvsmetingarnevndum á útlendskum universitetum segði Óli Holm í sínum aftursvari.