Á borgarafundi á Selatrað herfyri fekk Sjóvar kommuna handað skriv frá teimum 33 húskjunum í bygdini um ikki at lata SEV fáa áirnar í bygdini. Síðani eru mong onnur mótmæli komin ímóti ætlanini, sum nú helst verður av ongum.
- Vit virða avgerðina hjá kommununi, og tekur bygdarráðið somu støðu sum bygginevndin, gera vit heldur ikki meira við hatta málið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV á heimasíðu elfelagsins.
Hetta sigur hann í sambandi við avgerðina hjá bygginevndini hjá Sjóvar kommunu í gjárkvøldið um at mæla bygdarráðnum frá at geva elfelagnum loyvi til at víðka Eiði 2-verkætlanina til eisini at fevna um tær fýra áirnar á Selatrað, millum Blásenda fyri norðan og Gjógvará fyri sunnan.
Tað var ein samd bygginevnd, sum stendur aftan fyri tilmælið til bygdarráðið, ið fer at avgreiða málið á fundi mánakvøldið 26. september.