SEV skotið ígjøgnum oman fyri Norðskála

Gjáranáttina varð síðsta skotið latið av í Eiði 2 Norður-verkætlanini hjá SEV oman fyri Norðskála. Arbeiðið verður liðugt í heyst.

Við tí seinasta skotinum er tann nýggi vatnsavningartunnilin, ið røkkur suður um Skálagjógv (Stórá), nú knýttur í tunnilin, ið gongur frá Eiðisvatni suður til Norðskála. Tunnlarnir møtast einar 200 metrar norðanfyri rundkoyringina á landsvegnum niðan til Norðskálatunnilin.

Við nýggja tunnlinum, ið er 2,6 kilometrar, er samlaða longdin á vatntunnlinum 9 kilometrar, men tá Eiði 2 Suður er liðugt, verður tunnilin 17,4 kilometrar langur. Arbeiðið uppá sunnara partin av verkætlanini byrjar í vár og snýr seg um at leingja tunnilin 8,4 kilometrar suður ímóti Selatrað.

Eiði 2 Samtakið, ið fevnir um byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen, stendur fyri arbeiðnum, ið nú er í gerð. Arbeiðið byrjaði í januar í fjør og verður væntandi liðugt um ein mánaða ella so. Byggifelagið Kanjon ger inntøkini til tunnilin, og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt til jóla. Samlaði byggikostnaðurin av Eiði 2 Norður er umleið 66 mió. kr.

Norðari partur av ætlanini gevur 4,5 mió. kWh aftrat av vatnorku, og tá sunnari partur er liðugur í 2013, kunnu útivið 12 mió. kWh leggjast omaná aftrat av grønari orku. Samanlagt fer hetta sostatt at økja vatnorkuframleiðsluna við 16 mió. kWh ella umleið 17%, skrivar SEV á heimasíðuni.