SEV tekur áirnar

Í seinastuni hava sera nógvir fiskarar verið at sæð við ósan við Funningsfjørð. Fiskieydnan hevur verið ymisk frá manni til mann, men onkur hevur verið heppin at fáa 4 stórar laksar sama dag, og hvør av laksunum vigaði 4-5 kilo

Analysa og viðmerking

Liss Hansen


Helst eru tað ikki so nógvir av teimum, sum hugsa um, at hetta kanska er ein av teimum seinastu sesongunum, har nakað er at fara til Funningsfjarðar til, tá man hugsar um at royna eftir laksi. Orsøkin til tað er, at SEV nú er farið undir at taka vatnið úr øllum áunum á staðnum. Tað kemur óivað at ávirka alt, sum hevur við fjørðin at gera, og um lands-mydugleikarnir gera av, at geva SEV tey endaligu loyvini til eisini at taka Vesturdalsá, kemur hetta at ávirkað Fjarðará so mikið nógv, at tað í framtíðini verður minnni enn helvtin av vatninum eftir í henni. Tí parturin, sum SEV sigur seg skula hava úr Vesturdalsá, sum síðani rennur víðari, í tann partin av Fjarðará, sum rennur út í Funningsfjørð, er 55%.

Av tí, at næstan einki vatn rennur í ánna aðrastanis frá, enn úr Vesturdalsá, verður vatnmongdin í Fjarðará minkað niður undir helvtina av tí, sum er í henni dag. Tað fer sjálvandi at merkjast, so at tað forslær!

Tá kemur fiskurin helst at hava trupulleikar við í heilatikið at kunna svimja niðan í ánna at gýta. Hetta verður helst ein skjótur endi á laksafiskiskapinum har á leiðini.


Syrgilig sjón

Bygdarfólkið við Funningsfjørð sigur um allar byrgingarnar, sum SEV longu er í ferð við at byggja upp fyri hvørja einastu á við vestara arm av Funningsfirði, at tað er ræðuligt at síggja. Tey øtast við, at teir hava fingið loyvi til at gera tað, tí teimum vitandi, er eingin har á staðnum nakrantíð eftirspurdur hasum viðvíkjandi. ?Og vit, sum búgva við Funningsfjørð, vera tey, sum koma at merkja allarmest til tær broytingarnar, sum standast av vatnorkuútbyggingini?, -siga fleiri av teimum


Fjørðurin ?doyði?

í 30?unum

Til dømis er tað hent einaferð í tríati-árunum, at fjørðurin mestsum doyði. Orsøkin til tað var, at samstundis, sum at tað hevði verið turkur í langa tíð, kom alga rekandi við streyminum inn á fjørðin.

Hetta, at alga kemur inn á fjørðin, er eitt rættiliga vanligt fyribrygdi, men av tí at tað er so sjálvdan, at tað er ein tílíkur turkur, í so langa tíð har á leiðini, hendir tað vanliga ikki nakar serligur skaði av alguni, og um tað ikki var ein so langur turkur júst tá, hevði skilið helst ikki verið so ringt, sum tað var ta ferðina.


?Turkur? alt árið

Men eftir at SEV hevur tikið vatnið úr áunum við Funningsfjørð, kemur fjørðurin at kenna tað sum um, at tað er turkur alt árið. Hetta vil sjálvsagt koma til at gera møgu-leikarnar fyri algu-trupuleikunum nógv størri, enn hann er í dag, meta fleiri av teimum, sum búgva har.


Kann tað loysa

seg at steðga SEV?

Tað fíggjarliga útlitið hjá landinum fyri at steðga hesari útbyggingini, kann sjálvandi vigast fyri og ímóti, men tað er ikki vist, at landið sleppur bíligari við at lata teir feilirnar, sum eru gjørdir, ganga sína leið.

Tí um umhvørvið við Funningsfjørð verður so negativt ávirkað, at tað ikki verður livandi hjá djórunum í sjónum, so sum Bjarni Mikkelsen á Fiskirannsóknarstovuni ávaraði ímóti í eini grein í Oyggjatíðindi fyri stuttari tíð síðani, hvat fer so at verða gjørt?

Um teir tá skulu gera nakað við trupuleikarnar, kann tað lættliga gerast munandi dýrari, enn tað er at gera tað, áðrenn nakar skaði er hendur. Og fyri alt tað, so eru ikki nóg umfatandi kanningar gjørdar til, at nakar kann siga við vissu, hvat fer at henda. Fjørðurin er viðbrekin, og tað átti ikki at verið nøkur orsøk til at spæla við okkara umhvørvið á hendan hátt.


Aðrar fortreytir í dag

Tá ætlaninar vóru lagdar til hetta arbeiði síðst í sjeyti-árunum, var ein oljukreppa um allan heim, sum gjørdi, at fólk væntaðu sær, at oljuprísirnir fóru at vaksa óhugnaliga nógv. Á fundi, sum bóndurnir Millum Fjarða høvdu biðið um við kommunurnar á staðnum, visti Páll Mikkelsen, formaður í FNU, at siga fyri luttakarunum, at tað varð væntandi síðst í 70.unum og fyrst í 80?unum, at liturprísurin á olju fór at enda uppi á uml. 20kr fyri liturin. Hetta hendi tó ikki, tí sum frá leið, var hæsaði kreppan av, og í dag hava vit ein oljuprís, sum liggur niðri á 3-4kr liturin.


Hvat er verri?

Tey eru fleiri, har ímillum SEV, sum føra fram, at tað er so ringt fyri umhvørvið at brúka olju til at framleiða el við, meðan onnur vilja vera við, at tað er frægari at sleppa eitt sindur av dioxin út í luftina, enn tað er at drepa ein heilan fjørð, ja enttá tveir, um vit eisini hugsa okkum at Skálafjørðurin verður turrlagdur, á sama hátt, sum Funningsfjørður!


Skálafjørðurin

næstur á skránni

Tað eru jú eisini ætlanir um tað, nevniliga tann sokallaða Eiði-4 ætlanin, sum Vesturdalsá hoyrir inn undir. Tað kann vera ringt at ímynda sær, hvørjir trupulleikar kunnu koma fleiri ár frammi í tíðini, serliga um eingin ger rættiliga vart við tað. Og tað er tað, sum er hent við Funningsfirði, -siga bygdafólkini.


Ávaringarnar

rinu ikki við!

Tað hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, at SEV skuldi gera hesar útbyggingarnar, gamaní, men tað hevur líkasum ikki rættiliga rinið við nakrastaðni.

Kanska er orsøkin tann, tann meinigi maðurin í norður-Eysturoy ikki rættiliga hevur verið eftirspurdur, og tær ferðirnar hann er spurdur, hevur hann borið seg undan at svara, av ótta fyri at verða hildin fyri gjøldur av nábúgvanum ella bygdafólkinum aftaná. Soleiðis er Jantelógin, tá hon riggar allar best??

Tað vísir seg, at fólkini á staðnum hava sterkar meiningar ímóti útbyggingini, tá man tosar við tey, men so skjótt, sum tað verður nevnt, at tað, sum tey siga, kanska skuldi verið sett á prent, ?klappa tey saman sum ein oystra ?.

Tað er syrgiligt, tí tá tað kemur til at senda neyðhjálp til onnur lond, fyri at royna at bøta um skaðar, sum eru komnir av at gera óheppin ítriv á náttúruna hjá teimum, stendur sjálvdan á hjá føroyinginum at hjálpa til.


Náttúran er ikki

til at spæla við.

Her í Føroyum hava vit sjálvi í dag eina støðu, sum kann koma til at kosta okkum sera dýrt vistfrøðiliga, men tað hevur ikki rættiliga verið nakar, sum hevur bakkað upp um tær royndirnar, sum til dømis Føroya Náttúru og Umhvørvis verndar-felagsskapur og aðrir hava gjørt, fyri at verja umhvørvið í norður-Eysturoy. Tað er grátuligt at síggja allar byrgingarnar, sum SEV í løtuni ger upp fyri hvørjari einastu á inn eftir Funnings-landi.

Men enn tann dag í dag, vilja fólk ikki standa fram og siga sína meining. Øll hugsa, at onkur annar kann gera tað, men til síðst er tað ikki nakar, sum stendur fram.

Soleiðis var tíverri eisini hesaferð.


Ein hoyring hevði verið ynskilig

Fleiri av fólkunum í norður-Eysturoy tosa eisini um, at tað átti at verið ein hoyring, har fólk og myndugleikar rættiliga fingu at vita, hvat málið snýr seg um, og hvat eigur at vera gjørt. Eisini tí, at tað kanska ikki er so ringt fyri umhvørvið, sum onkur vil vera við.

Afturat tí, at tað ikki er nóg væl kunnað fyri fólkinum á staðnum, er tað so mikið langtsíðani, (1983) at SEV fekk loyvini til at gera tað, sum teir eru í ferð við í dag, at tað átti at verið kravt, at teir søktu av nýggjum, og at málið síðani varð viðgjørt umaftur.