Sex and the City á Rás2

Hóskvøldið byrjar niðurteljingin til stóra Sex and the City tiltakið á Rás2

 

Í tveir tímar setir Rás2 fokus á Sex and the City; bæði sendirøðina, filmin og sjálvsagt eisini tiltakið á Hálsi.

 

Millum annað kemur Barbara Samuelsen, blaðstjóri á Kvinnu, í útvarpsstovuna at siga okkum alt um tiltakið. Vit hitta eisini Jákup Veyhe, sum skal framføra í Høllini á Hálsi. Jeanette Blaasvær, Høgni Mohr og Kristianna Winther Poulsen koma í útvarpsstovuna at práta um sendingina, ávirkanina av henni og alheimsgering.

 

Sendingin verður kryddað við hópin av góðum tónleiki - og harumframt verða atgongumerki til tiltakið burturlutað.

 

So stilla inn á Rás2 hóskvøldið kl 19.00 og byrja niðurteljingina saman við okkum.

 

Eydna Skaale er vertur!