- Tað kann ikki vera meingingin, at vit, sum leggja í fugl, skulu rudda lesull upp eftir bóndunum.
Tað sigur Sjúrður Hammer, sum heitir á fólk um at taka avbjóðingarnar við leysari seyðaull í haganum í álvara, tí tað hendir seg meira enn so, at tjøldur doyggja av hesum.
Fuglafrøðifelag Føroya heldur, at bøndur, seyðamenn og myndugleikarnir hava eina ábyrgd fyri at tryggja liviumstøðurnar hjá heiðafugli.
- Sum eg skilji og havi hoyrt, verður roytingin ofta útsett, so tað verður lættari at royta seyðin, men hetta merkir, at meira ull kemur at sløðast í haganum.
- Brúksskyldan av føroysku jørðini má merkja, at seyðurin skal roytast. Vit mugu sum land tryggja, at seyðurin ikki sleppur at ganga og kasta ullina av sær í haganum.
Les eisini: - Hetta er ræðandi