Seyðahundar kappast í Húsavík um vikuskiftið

FM-kvalifikatiónskapping í Húsavík 8. og 9. novembur.

33 hundar eru tilmeldaðir til kappingina í Húsavík: 21 hundar í klassa 3, 8 hundar í klassa 2 og 4 hundar í klassa 1. Sandoyar seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Húsavík hetta vikuskiftið.

 

Hetta er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

 

Hesar seyðahundakappingarnar hava stóran týðning fyri menningina av seyðahundum í Føroyum.

 

Kappingarnar gera, at hundaførarnir gera nógv við venjingina, og søkja sær meira vitan um venjing.

 

Tað verður nógv tosa saman um hundarnar hjáhvørjum øðrum til hesar kappingarnar, soleiðis at man lyftir alt støðið á seyðahundunum í Føroyum.

 

Leygardagin 8. nov. verður kappast í klassa 3, ið er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum. Kappinginbyrjar kl. 08.00 og 21 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarnir eru fleiri av teimum bestu seyðahundunum í landinum og spennandi verðurat síggja, um FM-støðan broytist eftir hesa kappingina. Spenningurin er, um tey 4 plássini sum geva atgongd til EM, og til tríggjar teirbestu til HM. Tummas Jacobsen, við Moss, hevur fingið eitt gott útgangsstøði fyri tær báðar fyrstu kappingarnar við fullum stigatalið. Vinnur hann leygardagin, so verður hann ringur at takað og hevur helst longu tá tryggja sær pláss á landsliðnum. 

 

Sunnudagin 2. nov. kappast klassi 2 og klassi 1, sum er fyri unghundar, har nýggjir og sindur royndir hundar fáa møguleikan at vísasíni evnir. Hettar er ein góður møguleiki at síggja nýggjar, og royndar, hundaførarar við nýggjum hundum. 

 

Leygardagin 08/11-2025: 

 

Banagjøgnumgongd er kl 08.00 

 

Sunnudagin 09/11-2025 

 

Banagjøgnumgongd er kl 08.30 

 

Klassi 2 byrjar kl 09.00 

 

Klassi 1 byrjar, tá ið klassi 2 er liðugur. 

 

Sandoyar seyðahundafelag takkar bóndanum í Húsavík fyri, at lata økið og seyð til kappingina og takkar eisini fyri gott samstarv. Vit vilja somuleiðis takka øllum stuðlum og fólki, ið hjálpa til. Uttan tykkara stuðul, hevði hettar ikki verið møguligt. 

Øll eru vælkomin at hyggja og okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.