Landsdystur
Vit nevndu í blaðnum í gjár, at landsdysturin millum Russland og Føroyar skuldi sýnast í B36-húsinum fríggjakvøldið.
Ein broyting er nú hesum viðvíkjandi, tí tað vísti seg, at B36-húsið var upptikið til onnur endamál hetta kvøldið.
Ístaðin hevur ÍSF játtað 12. m,anni at nýta loftið í ÍSF húsinum, og verður tað sostatt har, at dysturin verður sýndur.
Altso verður landsdysturin millum Russland og Føroyar sýndur í ÍSF-húsinum fríggjadagin kl. 20.00.