Shalom Fólkaflokkurin

Ein tøkk til Fólkaflokkin fyri at halda fløggini høgt í hesum máli, ísraelsku Dávidsstjørnuna og føroyska krossmerkið.

Staturin Ísrael varð stovnaður í 1948 av jødum, sum høvdu yvirlivað Holocaust undir Hitler. Nú ætla arábiskir og islamskir leiðarar, sum Ahmadinejad, Assad, Nasralla og aðrir at fullføra óbótaverk Hitlers við hjálp frá smáfasistum, eisini í Føroyum.
Palestinar fingu í sínari tíð frá bretum tillutað stóra økið eystan fyri Jordanánna og jødar tað lítla vestanfyri.
Tá ið meiriluti í ST samtykti í 1948 at viðurkenna jødiska statin, lupu allir arábisku herarnir á lítla nýggja landið, sum vann tann bardagan ímóti arábiska Goliat.
Ísrael tók 800.000 jødar heim úr arábiskum fíggindalondum, men eingin arábiskur statur beyð teimum heimleysu palestinunum eitt nýtt arábiskt land at búgva í.
Hetta hóast somu arábisku stjórnir høvdu biðið sínar muslimsku viðhaldsmenn í Ísrael at rýma.
Hesir palestinar vóru hildnir avbyrgdir av arábaralondunum uttan fyri ísraelskt mark sum trýst móti Ísrael. Afturímóti hava palestinar í Ísrael notið somu rættindi sum aðrir jødiskir borgarar.
Sjálvandi stuðla rætthugsandi føroyingar og aðrir vesturlendingar Ísrael, einasta demokratiska landið í Miðeystri (Turkaland undantikið, men hvussu leingi?). Ísrael er vøgga jødadómsins og harvið grundarlag undir kristindóminum. Tí stuðla nógvir føroyingar Ísrael.
Men Ísrael er eisini ein blómandi urtagarður, við frælsum borgarum og vinnulívi. Arábaralondini eru ein turr oyðimørk við kúgan (serliga av kvinnum – stuðla fasistarnir tí?) og harðskapi. So illa duga arábarar at reka vanlig nútíðar, fræls samfeløg og búskapir, at undantikið oljuna, er teirra samlaða BTÚ minni enn Ísraels. Hattin av fyri lítla Dávid.
Ísrael er ein fyrimynd fyri allar heimsins borgarar, sum virðismeta frælsi og fólkastýri.
Arábiskur yvirgangur og harðskapur átti at verið øllum demokratiskt hugsandi føroyingum og øðrum til ástoyt og andstygd.
Tað er ófatuligt, at ein meiriluti av ST-limalondum stuðla einum palestinskum stati, sum ikki fær eitt sandkorn at byggja sína framtíð á frá arábisku brøðratjóðum sínum, men skal grunda alla framtíð á stolna jørð frá Ísrael.
So leingi sum aðalmálið hjá Al Fatah og Hamas sambært teirra ,,charter” (grundlóg) er at rudda Ísrael í havið og at beina fyri jødunum við rakettum úr Gasa, Libanon og nú Sinai og við atombumbum úr Iran, vóna vit vesturlendsku demokratar, at nøkur vestanlond eru so frægt at sær komin, at tey atkvøða ímóti og sýta fyri, at ein palestinskur terrorstatur verður stovnaður nú í septembur mánaði, sum Ísrael má gjalda evsta prísin fyri við tilveru síni.