Shamrock á Countryfestivalin

Countryfestivalurin boðar frá, at tað í seinastu løtu hevur eydnast festivalinum at fáa Shamrock á skránna.

Shamrock hevur sín uppruna úr Miðvági, og kunnu kanska kallast fyri teir føroysku Dubliners.


Teir í manna bólkin eru Henrik Børgesen sang/guitar, Marner Hansen bass/sang og Petur Bærensten mandolin/sang.


- Vit halda at tað passar væl at byrja leygardagin við írskum fólkatónleiki, so Shamrock fer á lítla pall, leygardagin klokkan 17, siga fyrireikararnir.


Tað er futtur í á LítlaPalli, tí klokkan 19.00 fer The Cold Nation á Lítla Pall, klokkan 19.30 BBIW, klokkan 21.00 Tinganest, klokkan 23.30 Bluesette, klokkan 01.30 Jóhan í Kolla­firði og endabrakið er klokkan  03.00  tá Four Men, Hank Williams Tribute fer á pallin.