Síðani 1925 hevur Føroya Shell hjálpt føroyingum við at halda hitan, hava maskinur og bilar koyrandi og skipini siglandi.
Tað byrjaði við einari tunnu av olju í 1925, og í dag er talan um eina stóra og landsfevnandi fyritøku, sum undir nútímans umstøðum veitir privatum viðskiftafólkum, tí almenna og vinnulívinum bæði á sjógvi og landi tænastur.
Sum árini eru liðin, er virksemið hjá Shell í Føroyum nógv víðkað. Felagið bygdi sína fyrstu Shell-støð á Frælsinum í Havn, og hon læt upp ólavsøkuaftan 1970. Í dag eru 10 Shell-støðir kring landið.
13 tangabilar koyra oljuna hvønn dag um allar Føroyar. Shell innflytir oljuna við Magn, og hon verður flutt til oljugoymslurnar, Shell-støðirnar, latin í tangar hjá húsarhaldum, koyrd umborð á skipini og so víðari.
Shell-støðirnar hava stórt úrval av gerandisvørum, og Shell-netið í Føroyum er soleiðis skipað, at Shell er nær viðskiftafólkunum í gerandisdegnum, og harvið kann veita so skjóta og góða tænastu sum gjørligt á øllum økjum.
Í jólakappingini hjá Sosialinum kanst tú vinna olju til tíni hús fyri 10.000 krónur. Sjálvandi koyrt í tangan av oljubili hjá Shell.