Shell steðgar kapping

Í sambandi við bamsudagar noyðist Føroya Shell at steðga kapping um familjuferð til Disneyland vegna ósamsvar við lóg um eydnuspøl. Seinastu dagarnar hevur Føroya Shell skipað fyri bamsudøgum, har viðskiftafólk, ið hava keypt fyri yvir kr. 300 á Shellstøðum kring landið, hava fingið eina bamsu, ið samstundis hevur útloyst ein lutaseðil um familjuferð til Disneyland.

Kappingin var ætlað sum ein eyka møguleiki í sambandi við bamsudagarnar, men Shell er gjørt vart við, at kappingin er ikki í samsvari við lóg um eydnuspøl, og Føroya Shell hevur tí steðgað kappingini beinanvegin.

- Vit harmast almikið um hetta mistak og vóna, at viðskiftafólk okkara ber yvir við okkum. Fyri at eingin skal kenna seg fyri vanbýti, kasta vit lut um ferðina millum teir seðlar, ið longur eru útflýggjaðir, sigur Shell í tíðindaskrivi.

Bamsudagarnir halda tó áfram, so at øll, sum keypa fyri yvir kr. 300 á Shellstøðunum, kunnu ogna sær Ninnu, Narva, Stinu, Sofus, Linu, Lassa, Binu, Brúsa, Mammu og Pápa.