Tað er ikki á hvørjum degi at nýtt føroyskt vaskievni kemur á marknaðin. Talan er um Shiny Wheels, ið er framleitt til at reinsa felgurnar á bilinum við. Tað er fyritøkan Incra Sp/f v. Regin W. Dalsgaard, ið framleiðir vøruna.
Nú ein tíð er fráliðin, síðan Shiny Wheels kom á marknaðin, hava við spurt Regin Dalsgaard frá
Incra Sp/f um, hvussu reinsievnið varð móttikið. Regin sigur, at endamálið við Shiny Wheels var at framleiða eitt vaskievni, sum var lætt og ómakaleyst at fáast við, og tað eydnaðist sera væl. Hann hevur nýliga verið í Danmark og í Íslandi og marknaðarført Shiny Wheels við sera góðum úrsliti, serliga í Íslandi, har hann fekk høvi at samanbera produktið við onnur felgureins, sum eru á marknaðinum. Shiny Wheels var tað vaskievni sum royndist best, tí hevur fyritøkan nú fingið nakrar stórar sáttmálar í lag har yviri.
Vanliga eru felgurnar krókutar og ringar at fáa reinar, og eg meti so avgjørt at tørvur hevur verið á einum slíkum vaskievni, sum virkar skjótt og er effektivt og umhvørvisvinarligt. Eg gleiðst yvir, at evnið er so væl móttikið, bæði í Føroyum og uttanlands, eisini millum hýruvognsførarar sum koyra nógv, sigur Regin Dalsgaard frá Incra. Shiny Wheels fæst nú eisini í so at siga øllum matvøruhandlum í Føroyum.