Upprunaliga skuldi kenda Games of Throne stjørnan, Hafþór Júlíus Björnsson, verða ein partur av sterkmanskappingini til Burn Showdown um vikuskiftið, men nú er greitt at tað verður av ongum. Hann er í løtuni í Írlandi og ger upptøkur til sendingina, og tað ber ikki til at koma til kappingina, sum verður í morgin.
- Hafþór Júlíus Björnsson boðaði seint í gjár frá, at tað ber ikki til at koma til kappingina. Vit hava vitað í eina tíð, at tað fór at verða knapt hjá honum, so vit hava ikki lýst so nógv við tí. Partarnir hava arbeitt við at finna eina loysn líka til tað seinasta, men vit mugu bara viðurkenna, at í hesum førinum mugu vit boyggja okkum fyri Games of Thrones, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.
Íslendski risin, Hafþór Júlíus Björnsson, er blivin eitt altjóða kent andligt, eftir at hann bleiv partur av vælumtóktu sendirøðini, Games of Thrones.
Sterkir menn:
John Pollock
Zydrunas Savickas
Joachim Gustavsson
Mikkel Leicht
Laurence Shahlaei
Ole Martin Hansen
Bjarni Nielsen
Her er skráin til tiltakið:
Fríggjadagin 17. novembur:
17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna
18.15 – 20.15 Strongman
20.30 – 23.00 Boksing
Leygardagin 18. novembur:
12.00 – 13.00 Kettlebell
13.00 – 15.00 Weightlifting
14.00 – 16.00 Powerlifting
15.00 – 17.00 Crossfit
17.00 – 19.00 Steðgur
19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands
22.15 – 22.45 Steypahandan
23.00 - Medina