Shu-Bi-Dua leika á Bjarnastein

Tað verður av sonnum ein royndartími, tá Shu-Bi-Dua í dag hava ljóðroynd. Umframt ljóðroyndina, so sleppa teir eisini at royna ein føroyskan guitara, ein Bjarnastein, og meta teir í bólkinum, at guitarin stendur royndina, so hava teir møguleika at ogna sær hann

Tá kendi danski bólkurin Shu-Bi-Dua í kvøld hevur ljóðroynd, verður hetta eisini ett annað slag av roynd.

Manningin í kenda danska bólkinum sleppur nevniloga at royna ein føroyskan guitara. Ein Bjarnastein. Um Bjarnasteinurin stendur royndina, og manningin í Shu-Bi-Dua dámar guitaran, so stendur teimum í boði at ogna sær guitaran.

Talan er um ein Bjarnastein,ið Føroya einasti guitarbyggjari, Petur Magnus Bjarnastein hevur bygt.

Hóast hetta er egið design, so er fyrimyndin Gibson. Guitarin er sera lættur, tí kroppurin er hol innan.

Hetta er 9. guitarin, ið Petur Magnus Bjarnastein letur úr hondum og hann verður júst liðugur til vitjanina hjá Shu-Bi-Dua.

Petur Magnus er 24 ára gamal og hevur bygt guitarar, síðani hann var 17 ára gamal.


Við Niclasi og Lenu

Um teir í Shu-Bi-Dua ikki hava hug at ogna sær guitaran, so er ætlanin, at Niclas og Lena taka hann við sær, tá tey aftur fara til Canada, har tey hava verið og roynt tónleikaeydnuna og har tey skulu aftur. Áhugin fyri fyri føroysku duettini er til staðar í Canada.

Um so áhugi eisini er fyri at ogna sær føroyskar guitarar av merkinum Bjarnastein, vil tíðin vísa.

Lesið meira um Bjarnastein í 2? aranum í blaðnum í morgin.