Siðamisbrot skulu steðgast!

Vegna Unga Tjóðveldið, Regin Winther Poulsen, Formaður
------
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið frammi, um trupuleikan viðvíkjandi kynsligum ágangi móti børnum. Kjakið hevur verið merkt av øði og hatri, og hetta er eins óheppi, og tað er skiljandi.
Nógv hava róð framundir, at pedofilurin eigur at revsast harðari. At ein treytaður dómur er ov lítið, tá ið hugsað verður um, at brotsgerðin ofta endar við syndraðum og syrgiligum mannalagnum.
Offurið er merkt restina av lívi sínum, av tí brotsgerðini, ið framd verður. Brotsgerðin er heilt einfalt størri, enn revsingin leggur upp til.
Men hvussu so víkir og vendir, kemst ikki uttan um, at tað at herða dómin ikki steðgar siðamisbrótum. Heldur enn einans at leggja dent á herda revsing, so eiga vit at leggja okkum eftir birta í kjak í samfelagnum, um hvat siðamisbrot eru, og hví tey verða framd. Ein kanning, ið júst er gjørd, vísir at 5,2 % av øllum áttanda floks næmingunum í Føroyum, eru komnir undir kynsligan ágang. Tað svarar til á leið 35 næmingar, ella tveir heilar skúlaflokkar. Taka vit støði í hesum tølum og hugsa okkum, at hvør árgangur hevur umleið sama tal av børnum, ið hava verið úti fyri ágangi, kunnu vit rokna út, at á leið 720 fólk, tey seinastu 20 árini hava verið fyri siðamisnýstlu. Hetta sigur okkum, at tað er ein ovurstór fjøld av tigandi samfelagsborgarum, ið hava verið fyri siðamisbróti. Einum nýtist ikki at siga, at hetta er ein stak álvarsligur trupulleiki!

Neyugt at viðgera sjúkuna, ikki sjúkueyðkennini!
Spurningurin, ið vit altíð eiga at seta okkum er: hvussu basa vit hesum trupulleika á ein hátt, ið bæði virkar og er virðiligur – fyri bæði brotsmann og offur? Vit verða noydd at leggja okkum í geyma at hóast brotsgerð sína, so er pedofilurin eisini eitt menniskja. Í Unga Tjóðveldinum trúgva vit ikki uppá revsing sum ein í sær sjálvum kriminalitetsminkandi faktor. Heldur eiga vit at hava eina rættarskipan og eina samfelagsskipan sum heild, ið heldur leggur seg eftir at fyribyrgja og viðgera heldur enn at revsa. Upp í leypar av kanningum hava staðfest, at fyribyrging og viðger eru leiðin, ið vit eiga at ganga, og hetta mugu vit eisini hava í huga, tá ið vit viðgera eitt so eldfimt og persónligt mál, sum siðamisnýstla er.

Men tað er heilt einfalt ikki nógv mikið krøkja seg í eina herðing av dóminum. Á sama hátt sum at deyðarevsing ikki hevur við sær nakrar munandi minking í talinum av framdum morðum í teimum londum, hon verður nýtt, eiga vit at umhugsa, hvussu virkin ein herðan av revsingini fyri siðamisbrot hevði verið. Er tað veruliga sjálv revisingin, ið er trupulleikin? Ella er trupulleikin nógv størri og trupulari enn so?

Vit eiga at stremba eftir eini heildarloysn
Í Unga Tjóðveldinum ivast vit ikki eina løtu í, at kjakið um pedofili er ov svart/hvítt og perspektivleyst. Hóast fleiri felagsskapir eru settir á stovn at virka fyri eini loysn á trupulleikanum, so tykist tað okkum, at hesir felagsskapir ikki hava megna at viðgjørt málið á fullgóðan hátt, einamest tí at hesir, eins og nógv onnur, ikki hava megna at viðgjørt málið í síni heild.
Tað er avgerandi at vit at hugsa í einum størri høpi. Vit skulu tora at draga allar lutir í samfelagnum inn í kjaki – serfrøðina, offurini, brotsmennirnar, ja alt samfelagið eigur í felag at taka lut í arbeiðinum at basa hesum trupulleika! Vit skulu sum samfelag bróta tøgnina! Ongin ivi skal vera um, at vit í Unga Tjóðveldinum ynska at herða revsingina. Men fyrst og fremst eiga vit at stremba eftir eini heildarloysn á trupulleikanum.
Brotsgerðin verður allar oftast framd í heimligum umhvørvi. Tískil tekur ein annar trupul spurningur seg upp: hvussu kann tú steðga nøkrum, ið hendir úti hjá familium og í øðrum umhvørvi, rættarsamfelagið hevur trupult at koma í samband við. Aftur her vísir tað seg, at her er als ikki talan um eitt einfalt mál, ið vit loysa frá degi til dags. Til ber ikki at hava eftirlit við eini og hvørjari familju í Føroyum. Tað er eisini týdningarmikið, at vit í tilgongdini at skapa tryggleika, ikki skapa ótta. Vit skulu finna eina loysn, ið steðgar trupuleikanum, uttan at sosiala umhvørvið hjá barninum verður merkt av ótta og ráðaloysi.
Tað, sum vit mæla til, er at ein almennur stovnur verður settur at arbeiða við málinum. Hesin skal hava til uppgávis at veita hjálp til tey, ið eru komin undir kynsligan ágang, samstundis sum stovnurin skal arbeiða fyribyrgjandi við málinum, kunna samfelagið og birta í kjak.
Visjónin er ein stovnur ella eitt “hús”, ið skal virka fyri at fremja eina nullhugsjón á økinum, og ið skal út í barnagarðar og skúlar at greiða barninum frá, hvussu tað skal gera, kemur tað undir kynslig misbrot.
Um eitt mivíst arbeiði verður gjørt fyri at upplýsa barnið, og tey ið rundan um tað eru, so eru sannlíkindini fyri at vit minka munandi um talið av brotsgerðum, stór.
Tað krevur einans, at landið, fólkið og politikkarin tora at taka evni upp, viðgera og umrøða tað. Tí at í síðsta enda skal hesin trupulleikin tosast vekk, ikki tigast burtur!