Sí myndirnar: Fyritøkur vitjaðu næmingar á Glasi

Tiltakið "Vinnan vitjar" hilnaðist væl

Mikudagin 12. mai skipaði Glasir fyri tiltakinum “Vinnan vitjar”. Fyritøkur umboðandi framleiðslu-, byggi- og KT vinnuna vitjaðu.

 

Endamálið við tiltakinum var at geva næmingum skúlans høvi at heilsa uppá umboð hjá fyritøkum innan KT- og handverksvinnuna og kunna seg um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar innan hesar vinnur.

 

– Fyrr í ár varð skipað fyri líknandi tiltaki, har handilsvinnan vitjaði. Bæði tiltøkini vóru sera væl eydnaði og verða hesi tiltøk fyriskipaði aftur komandi ár, siga fyrireikararnir.

 

Her eru nakrar myndir, sum vit hava fingið sendar:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##