SÍ vann steypafinaluna fyri gentur 19

SÍ genturnar vóru sterkari í kvøld í steypafinaluni, tá tær møttu Fleyr. Úrslitið gjørdist 2-0 til SÍ.

Hóast hetta, so var dysturin bæði langur og spennandi og settini bæði vórðu avgjørd við minst møguligum muni.

SÍ vann 1. Sett 25-23, ímeðan tær vunnu 2. sett 27-25.

Hóast annað liðið úr Havn og hitt úr Sørvági, so var tað sermerkt, at tvær Bíggjargentur vórðu valdar til bestu leikarar á hvør sínum liði. Hjá SÍ var Anja Sólja Niclasen vald til besta leikara og hjá Fleyr varð Tóta Búadóttir vald til besta leikara.

Á vinnandi liðnum hjá SÍ leiktu: Andreja Petrovic, Fríða Haraldsen, Sólfríð Poulsen, Janna Falkvard, Sára Kambsgarð, Sólbjørg Johnsdóttir, Anja S. Niclasen og Rannveig Rós Joensen. Venjari er Rajko Petrovic.