Sic í avstralskum útvarpi

Tónleikurin hjá Sic verður í dag at hoyra í sendingini Aussie Invasion á alnet útvarpsstøðini Dark Cloud Radio.

Tónleikur

Í gjár bóru vit tíðindini um, at fyrsta fløgan hjá Sic verður givin út mánadagin 26. februar. Hetta til frægd fyri nógvar føroyskar tungmálms fjepparar. Men eisini aðrastaðni gleðir fólk seg til, at Føroya tyngsti bólkur verður at fáa á fløgu. Sic hevur havt fleiri løg liggjandi á síni myspace síðu, og hesi hava vakt ans kring heimin. Bólkurin sigur, at nógv áhugaverd sambond eru komin í lag. Tað fyrsta av hesum gevur úrslit í dag. Kl. 15 føroyska tíð verður SIC spælt á einari Australskari alnet útvarpsstøð, ið eitur Dark Cloud Radio. Umframt at spæla løg við bólkinum verður eisini tosað um bólkin. Hetta verður í sending, ið eitur Aussie Invasion. Dark Cloud Radio hevur slagorðið: Heavy, Hard, Dark or Just Anything That Rocks og leggur seg eftir at spæla harðan rokk.
Eddie úr Sic sigur:
- Teir funnu okkum gjøgnum MySpace og hava síðani havt stóran áhuga fyri bólkinum og skriva regluliga til okkara.
Sambært tungmálmsbólkinum eru fleiri onnur áhugaverd ting fyri framman, og at hesi skjótt fara at koma fyri ein dag, men tað skilst, at bólkurin er í samband við fleiri aðrar útvarpsstøðir kring heimin. Fyri Sic er hetta møguleiki fyri at koma nærri dreyminum um eitt altjóða gjøgnumbrot. Fyri ein bólk, ið liggur á einum so smølum marknaði sum Sic, er tað alneyðugt at fáa so nógv sambond kring heimin, sum til ber. Tí marknaðurin um heimin er als ikki lítil.
Vitja Darkcloud Radio á darkcloudradio.net