Sidr kann hava kravt 15.000 mannalív

900.000 húski í Bangladesh eru raktt av tropiska ódnarveðrinum, sum kann hava kravt 15.000 mannalív

Eingin veit, hvussu mong mannalív tropiska ódnin Sidr kravdi, tá hon herjaði Bangladesh í síðstu viku. Almennu myndugleikarnir siga, at teir hava skrásett meiri enn 3.000 deyð, muslimski hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni sigur, at talið er oman fyri 10.000, og aðrir hjálparfelagsskapir siga, at ódnin hevur kravt umleið 15.000 mannalív.

 

Herskip og tyrlur royna at bjarga fleiri túsund fólkum, sum eru avbyrgd á smáum oyggjum í Bengalsku Víkini. Fleiri sita eisini avbyrgd í smáum bygdum fram við strondini.

 

-Bjargingararbeiðið fer at taka fleiri dagar, og fyrr enn tað er liðugt, vita vit ikki, hvussu mong mannalív eru týnd, sigur Ayub Miah, sum er ráðharri í stjórnini, og sum millum annað umsitur náttúruvanlukkur.

 

Myndugleikarnir meta, at 900.000 húsi eru rakt á ein ella annan hátt. Herumframt eru umleið 1.000 fiskimenn ikki komnir afturíaftur aftan á ódnina. Teir vóru til fiskiskap í Bengalsku Víkini, tá ódnin kom tann vegin á veg inn ímóti landi.

 

Sidr er tann ringasta tropiska ódnin, sum hevur herjað Bangladesh síðani 1991. Ta ferðina kravdi ódnarveðrið143.000 mannalív.