Siga frá HB-AB klokkan 18 og NSÍ-Víkingur klokkan 19

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini í kvøld.

Talan er um dystirnar millum HB og AB á Tórsvølli, ið byrjar klokkan 18, og dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og Víking, ið byrjar klokkan 19.

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum á FM1.

Ljóðsamrøður við umboð fyri KÍ og ÍF og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur saman við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.