Siga frá NSÍ-Suðringar og 07 Vestur-AB

Dysturin millum NSÍ og Suðringar byrjar klokkan 15, og dysturin millum 07 Vestur og AB byrjar klokkan 16

Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag.

 

FM1 fer at siga frá tveimum dystum. Frásøgumennirnir, Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá dystunum: NSÍ-Suðringar við Løkin í Runavík, ið byrjar klokkan 15 og 07 Vestur-AB á Dungasandi vesturi í Sørvági, ið byrjar klokkan 16. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í tí triðja dystinum, ið er Skála-Víkingur sum verður spældur á Skála. Tann dysturin byrjar klokkan 15.

 

Við dystarlok verður prát við umboð fyri tey seks liðini, ið hava verið í leiki.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.