Bartal Eliasen hjá ÍF helt avgjørt, at teir kundi taka nøkur positiv ting við sær úr Gundadali sunnudagin.
- Vit fáa so eitt stig burtur úr dystinum, og í Gundadali er tað nú ikki so galið at fáa.
- Sjálvandi skulu vit hava nøkur stig fyri at koma heilt burtur frá niðurflytingarvandanum, men um vit ikki skora upp á teir møguleikarnar, sum vit fáa, so verður tað trupult. Í dag hava vit einar tveir, sum eru meira enn 100%, men soleiðis er tað ofta, tá tú ert botnlið.
Men tit klára so at halda nullið.
- Ja, og tað er jú tekin um, at vit hava fingið verjuna upp á pláss aftur. Hinvegin mangla vit í dag nakrar spælarar longur frammi á vøllinum, men í fótbólti er tað nú einaferð so, at tú eisini hevur skaðar og leikbann.
Tað eru framvegis fleiri dystir at spæla undan summarsteðginum. Nervar tað tykkum ikki, at eitt lið liggur at kalla beint undir tykkum?
- Vit siga bara sum Óli. At vit taka ein dyst í senn, staðfesti Bartal Eliasen.