- Øll síggja hvussu hart TB-ararnir arbeiða. Vit hava spælarar, sum arbeiða hart, men vit hava ov fáar spælarar. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá TB, Sigfríður S. Clementsen, sum sá sínar menn tapa tepurt 0-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.
Sigfríður S. Clementsen er nøgdur við hugburðin og avrikið hjá sínum spælarum, men hann iðrar seg um, at hansara menn ikki vóru nóg vaknir við ta einu støðuna, sum førdi til, at Hanus Jacobsen skoraði fyri Víking.
Tó staðfestir TB-venjarin, at hópurin er ov tunnur, og tað harmar hann.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigfríð S. Clementsen aftaná 0-1 ósigurin hjá TB í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.