Sigfríður: Trý brotsspørk, sum átti at verið dømd

(Ljóðsamrøðan) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi fegnast um, at leikbannið hjá Hans Jørgeni Djurhuus er skorið niður í helvt

Høvuðsvenjarin hjá Vìkingi, Sigfríður Skaale Clementsen hevði eitt sindur blandaðar kenslur, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann, aftaná 2-2 javnleikin á heimavølli ímóti AB. 

 

Sigfríður varð nøgdur við, at liðið kom aftur frá 0-2, og fekk bjargað tí eina stiginum, men ásannar samstundis, at Víkingur missir ov nógv stig. Sigfríður heldur, at tað kundu, ið hvussu er trý brotsspørk verið dømd í dystinum, har Víkingur átti tvey av teimum.

 

Sigfríður fegnast kortini um, at leikbannið hjá Hans Jørgeni Djurhuus er hálverað, so veteranurin nú kann verða við til finaluna um løgmanssteypið ímóti HB. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sigfríð Clementsen.