Sigla sum ongantíð áður

Vøksturin á ferðafólkatalinum við strandafaraskipunum er ovurhonds stórur hesa vikuna

Strandferðslan

Tað kemur eftir øllum at døma væl við hjá fólki, at tað hesa vikuna er ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at eitt nú hevur ferðafólkatalið mána-, týs- og mikudagin verið 2.800 mótvegis 1.400 sama tíðarskeið í fjør. Á Teistanum er talið 2.000 mótvegis 1.350 somu dagar í fjør.
Enn er ikki greitt við neyvum tølum, hvussu stórur vøksturin í bilaflutninginum hevur verið.