Leygarnáttina tók politiið í Havn tveir menn, sum sigldu fullir í einum gummibáti út fyri Sandagerði.
Hetta fáa teir bót fyri.
Í sjólógini er einki promillumark. Lógin sigur bara, at fólk, sum føra bát, ikki mugu vera so ávirkað, at tey ikki eru før fyri at sigla. Í hesum førinum var promillan høg, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.