Siglingin hjá Smyrli verður skerd

Suðuroyingar missa nú ein túr um vikuna við Smyrli.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Kristin Michelsen, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin í vinnumálum, hvussu verður við suðuroyarsiglingini næsta ár.

Johan Dahl sigur, at næsta ár verður túratalið ikki økt um summarið, soleiðis sum vanligt hevur verið.

Sostatt dettur ein túrur aftur og fram mikudag, burtur, tað verður túrurin aftur og fram mitt á degi, sum fellur burtur.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru økt, altjóða krøv til hvílitíðir hjá manningini, sum geva útslagið, saman við hækkandi oljuprísum, og játtanin á fíggjarlógini til Strandferðsluna verður ikki hækkað samsvarandi.

Skal hvílitíðin haldast, uttan at skerja ferðaætlanina, kostar tað 7-9 milliónir, tí tað krevst ein eyka manning.

Landsstýrismaðurin skilir støðuna, men hann vísir til, at tað er eitt kalla eitt samt Løgting, sum hevur samtykt fíggjarligu karmarnar.

Men er Løgtingið sinnað at játta meiri pengar, skal tað vera vælkomið.

Sambært tilfari, sum er latið fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, heldur Strandferðslan, at tað er frælgari at hækka prísin á ferðaseðlum og farmi 10%, so at ein vanligur ferðaseðil aftur og fram fer at kosta 100 krónur.