Sigmundur á sjónleikastevnu

Komandi vikuskiftið fer 13 ára gamli Sigmundur í Dali úr Havn til Finnlands á europeiska sjónleikastevnu fyri børn.

Hóast unga aldurin er 13 ára gamli Sigmundur í Dali úr Havn ógvuliga royndur í sjónleiki. Hann hevur havt leiklutir í nógvum leikum, spældi Veggjasmiðurin í leikinum Pinocchio í 1996 í Sjónleikarhúsinum í Havn, var við á sjónleikarskeiði, ið varð skipað fyri børnum í Norðurlandahúsinum sama ár, og er royndur í sjónleikaarbeiði yvirhøvur.

Komandi vikuskiftið skal Sigmundur til Finnlands at luttaka á europeiskari sjónleikastevnu fyri børn. Stevnan verður í Helsingfors frá 12. juli og hon varir í 12 dagar. Børn í aldrinum 9 til 13 ára úr 20 londum skulu arbeiða saman um evnið "tíð".

Hetta er níggjunda ferð Europaráðið skipar fyri slíkari stevnu, ið verður kallað European Childrens Theatre Projekt. Stevna verður hildin annað hvørt ár, og føroysk børn hava verið við hvørja ferð. Tað er DATS, ið stendur fyri danska meginfelagið fyri áhugasjónleiki, ið bjóðar føroyskum børnum saman við teirra bólki. Umframt Europaráðið, stuðla Norðurlendska ráðharraráðið og DATS tiltakinum.

Sigmundur í Dali umboðar Føroyar á hesum sinni.