Signar aftur reinsaður

Fyrrverandi landsstýrisma<eth>urin í kringvarpsmálum heldur uppsøgnina frá sjónvarpsstjóranum vera enn eitt prógv um, at tað ikki var hann, ið handlaði skeivt í málinum um Sjónvarpið.

 

Tróndur Djurhuus hevur tikið fulla ábyrg av rakstrarhalli Sjónvarpsins í 1998 og 1999 og hevur tí sagt seg úr starvi.

Hetta heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Signar á Brúnni, vera enn eitt prógv, um at tað ikki var hann, sum bar seg skeivt at í málinum um raksturin hjá Sjónvarpi Føroya.

Signar á Brúnni mátti fara frá orsakað av, at hevði játtað sjónvarpinum pening úr gjaldføri landskassans uttan heimild frá løgtinginum.

? Eg havi allatíðina vitað, at eg var ósekur. Og tað prógvaði niðurstøðan hjá kanningarstjóranum eisini. Tað sum hendi, tá eg mátti fara frá, var, at ávísir politikarar slaktaðu meg fyri at fáa egnan politiskan vinning, sigur Signar á Brúnni.


Skilir sjónvarpsstjóran

Fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Sjónvarpinum sigur seg væl duga at skilja sjónvarpsstjóran, nú hann hevur sagt seg úr starvi.

? Tróndur Djurhuus hevur verið ein góður sjónvarpsstjóri, men kortini hevur hevur sjónvarpið havt rakstrarhall hesi bæði árini. Hesum veit eg, at Tróndur hevur verið keddur av, og tí haldi eg, at tað er mansligt av honum nú at taka avleiðingarnar, sigur Signar á Brúnni.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur tó, at fyrrverandi sjónvarpsstjórin kann vísa á, at hóast hann hevur skula stýrt sjónvarpinum sum eina sjálvstøðuga fyritøku, hevur Sjónvarpið ikki havt loyvti til at havt kassakreditt eins og aðrar fyritøkur.

Hetta, heldur hann, kann hava verið ein trupulleiki fyri sjónvarpsstjóran.


Vildi ikki siga honum upp

Tá Signar á Brúnni var landsstýrismaður í kringvarpsmálum og Sjónvarpið kom í kreppu, helt Signar á Brúnni ikki tað ikki vera rætt at siga sjónvarpsstjóranum upp.

Sjónvarpsstjórin var komin í eina trupla støðu, sum hann var sera harmur um. Og tá maður samstundis var ein góður sjónvarpsstjóri, helt Signar tað vera rættast heldur at loysa akuttu støðuna.

Hví Tróndur Djurhuus hevur valt at siga seg úr starvinum júst nú, vit veit Signar á Brúnni ikki at siga. Men Sosialurin hevur frá álítandi keldum fingið at vita, at Tróndur Djurhuus frá nýggja landsstýrismanninum, Tórbjøn Jacobsen, fekk valið ímillum sjálvur at siga seg úr starvinum ella at verða koyrdur úr starvinum.

Tað hevur kortini hvørki borið til at fáa hesi tíðindini váttað frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í kringvarpsmálum, ella Tróndi Djurhuus.