Signar er skaddur í økslini

Enn er óvist, hvussu leingi stjørnuskotið hjá Víkingi verður burtur frá fótbólti

Signar á Brúnni týskvøldið í Klaksvík, áðrenn hann noyddist skaddur av vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen

Týskvøldið spældi U-21 landsliðið á heimavølli í Klaksvík ímóti Kratia, sum eftir sera spennandi endaspurt vann 4-2.

 

Millum teir fyrstu ellivu hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara var Signar á Brúnni. 20 ára gamli høgri vongverjin hjá Víkingi hevur av álvara vunnið fast pláss á liðnum hjá Víkingi í ár. Týskvøldið var hann fyri triðju ferð á U-21 landsliðnum, og hann var væl upplagdur ta løtuna, sum hann var á vøllinum.

 

Men longu í 27. minutti noyddist Signar av vøllinum. Tað var eftir nærdyst eitt sindur aftanfyri miðstrikuna, at Signar varð skaddur. Hann reistist og fór beinleiðis av vøllinum.

 

Tað vísti seg, at onnur økslin var farin úr lið. Signar hevur ikki verið á vøllinum síðani, og hann verður ikki við, tá ið Víkingur týskvøldið fer í Gundadal at spæla ímóti HB. Signar hevur annars verið millum teir drúgvastu á liðnum hjá Víkingi í ár.

 

Tað ber til at lesa meiri um heilsustøðuna í teimum tíggju feløgunum í umrøðuni av 22. umfari, ið er í Sosialinum, sum tað ber til at keypa í sølubúðunum og á netinum.

 

Signar á Brúnni týskvøldið í Klaksvík, áðrenn hann noyddist skaddur av vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen