Angela Merkel, kanslari, og og Joachim Gauk, forseti, verða hjástødd, tá ein minnisvarði verður avdúkaður í Berlin mikudagin til minnis um sigoynar, sum nasistarnir beindu fyri undir seinna heimsbardaga.
Minnisvarðin stendur millum Ríkisdagin og Brandenburger Tor og sostatt stutt frá minnisvarðanum hjá jødunum, sum nasistarnir beindu fyri, og nærhendis minnisvarðanum til minnis um tey samkyndu, sum fingu somu lagnu.
Sigoynar høvdu búð í Týsklandi í eini 600 ár, men nasistarnir mettu tey sum undirmenniskju, og hildið verður, at umleið ein hálv millión sigoynar í Evropa vórðu tiknir av døgum undir seinna heimsbardaga.
Tað eru umleið 11 milliónir sigoynar í Evropa í dag, harav umleið sjey milliónir búgva í ES-londum. Mong teirra liva í fátækradømi og líða undir fordómum og ofta eisini forfylging.