Sigoynarar: Eitt fólk á ferð

Undir seinna heimsbardaga mistu helst einir 800.000 sigoynarar lívið

Fólkabólkar hava altíð verið á ferð. Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar, men hava oftast havt við vinnugrundarlag ella politiska forfylging at gera  ella bæði tvey.
Sigoynarar sum ættarbólkur eru kendir í Europa, í minsta lagi frá 1200-talinum. Sum so mangir aðrir fólkabólkar á ferð hava teir ment ein hóp av mýtum um, hvørjir teir í roynd og veru eru.
Onkur spyr: Eru teir úr Bøhmen? Á fronskum verða teir framvegis nevndir "bohémiens". Ella stava teir úr Egyptalandi? Á enskum verða teir nevndir "gypsies".

Serstøk mentan
Í dag er semja um, at sigoynarar hoyra til indo-europeisku rasuna. Málgranskarar eru komnir eftir, at teir vórðu riknir út úr Indien fyri umleið 1000 árum síðani.
Sum fólkabólkur eru tvey eyðkenni, sum sermerkja teir: Teir hava ikki nakra tradisjón fyri skrivtmáli og teir ráða ikki yvir egnum landaøki.
Men teir eru kortini ein etniskur bólkur. Teir uppfata seg sum eitt fólk og hava bygt upp egna mentan og egnar reglur við serstøkum skipanum at loysa ósemjur í bólkinum.
Sigoynarar hava til allar tíðir verið forfylgdir. Teir hava  hóast alt  ment eina serstaka mentan, sum á mangar mátar svarar til ta europeisku mentanina.
Her verður serliga hugsað um ávís sløg av handverki, menning av tónleiki og frásøgukynstri og handilsvirksemi.
Hinvegin so hava tey fastbúgvandi í einum samfelagi ofta givið sigoynarum skuldina, tá land teirra varð rakt av vanlukkum.
Hesar ákærurnar og forfylgingarnar hava sigoynarnir roynt at vart seg ímóti, við ikki at vera har, sum vanlukkurnar hendu. Kortini eru teir vorðnir riknir út mangastaðni, um teir ikki megnaðu at flýggja frammanundan.
Tað náddu teir hinvegin ikki, tá triðja týska ríkið í 1933 byrjaði at fremja rasu-teoriir sínar. Sigoynarar í túsundatali endaðu dagar sínar í konsentrasjónslegum, og ein roknar við at einir 800.000 sigoynarar mistu lívið í árunum 1933 til 1945.
Vegna lívsmegina í mentan teirra, málinum og mátanum teir liva uppá, verða sigoynarar framvegis útsettir fyri stórum trýsti frá fastbúgvandi fólki.