Felags fyri KÍ og TB, sum leygardagin hittast í Klaksvík, er, at tað eru fleiri mánaðir síðani, at liðini seinast vunnu fulla úrtøku.
Tað eru tvey særd og sølað lið, sum seinnapartin hittast í Klaksvík. Mánaðir eru farnir, síðani liðini seinast vunnu, og felags fyri bæði KÍ og TB er, at síðsti sigurin var ímóti 07Vestur, sum er niðast á stigatalvuni.
Talan er um lyklauppgerð. TB er niðanfyri strikuna, og KÍ er á 8. plássi. Um TB einki fær við sær suður aftur, so verður fjarstøðan til KÍ átta stig, og um TB vinnur fulla úrtøku, so verður hon tvey stig.
KÍ hevur ikki vunnið, síðani Eyðun Klakstein tók um stýrisvølin, og liðið hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 28. apríl, tá ið talan var um heimasigurin á 07Vestur.
Tá var Páll Guðlaugsson venjari hjá KÍ. Nú er Páll Guðlaugsson venjari á Tvøroyri, og í da fara hann og TB at stríðast fyri at vinna stig í Klaksvík. Har eru hagtølini hjá TB ikki nakað serlig. TB hevur ikki vunnið FM síðani í 1987. 23. august fyri 26 árum síðani vann TB 3-0 í Klaksvík.
Seinastu sjey ferðirnar hevur TB einki stig fingið burturúr, og TB hevur ikki vunnið síðani 26. mai, tá ið úrslitið á heimavølli ímóti 07Vestur var 2-0.
Hjá KÍ er tað ivasamt, um liðformaðurin Hjalgrím Elttør verður førur fyri at spæla. Orsaka av liðbandsskaða hevur hann ikki vant saman við liðfeløgunum í hesi vikuni.
Hóast støðutalvan sigur, at bæði liðini liggja tungt í sjónum, so siga landsliðsúttøkurnar, at tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar á liðunum. TB eigur fýra spælarar á U-19 og U-21 landsliðunum, sum í næstu viku skulu royna seg, og tríggir KÍ spælarar hava fingið boð um at spæla á U-19 landsliðnum og tríggir skulu spæla á U-21 landsliðnum.