Nógv fólk var komið saman, tá ið M. A. Jacobsen virðislønirnar 2004 vóru handaðar á samkomu í Sjónleikarahúsinum hósdagin. Tríggir virðislønir vóru latnar í ár fyri ávíkavist fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Eingin barnabókaheiðursløn varð latin í ár.
Einsligt arbeiði
Yrkjarin Sigri M. Gaini úr Havn fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri triðja savnið hjá sær, 2002 nætur. Sigri sigur, at virðislønin hevur nógv at siga fyri seg. ? Eg kenni tað sum eina viðurkenning av tí, sum eg geri. Tað er ofta ógvuliga einsligt at yrkja, men ein slík virðisløn sigur mær, at tað er onkur, sum lesur tað, ið eg skrivi, sigur Sigri M. Gaini.
? At ein hevur fingið eina slíka viðurkenning, kann kanska eisini hava við sær, at mítt arbeiði í framtíðini verður tikið í størri álvara. Kanska skapar tað eisini størri áhuga fyri mínum yrkingum, og tað hevði ikki verið so galið, sigur Sigri M. Gaini.
Í grundgevingum sínum fyri at lata Sigri virðislønina sigur nevndin fyri mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens m.a.: Stílført, men við kílum av harðligum myndum gjøgnum savnið, skapar hon við yrkingum sínum eina kensluliga heild í skiftandi litum og ljósi.
Slóðbrótandi orðabók
Virðislønina fyri yrkisbókmentir fekk Gianfranco Contri, sum hevur givið út føroysk-italska orðabók. Hetta er tann fyrsta orðabókin millum føroyskt og romanskt mál, og tí má sigast, at hon er rættuliga slóðbrótandi. Nevndin segði í sambandi við hesa virðisløn, at orðabøkur eru hornasteinar. Samskiftið er ein hjartatáttur, tað veri í vinnu ellan mentan, og málið er besta farleiðin.
Seinastu virðislønina fekk Mortan Winther Poulsen. Hendan virðislønin var latin fyri eitt serstakt mentanaravrik. Sum formaður í Føroya Forngripafelag hevur Mortan starvast áhaldandi og ótroyttandi fyri at vekja áhuga fyri okkara byggisøguliga siðaarvi og fyri at geva honum gætur, segði nevndin millum annað í grundgevingum sínum. At vit fleiri staðnis kring landið hava varveitt serstakar búsetingar, er ikki minst Mortani fyri at takka, tí hann hevur fingið í lag, at hetta er blivið varveitt.
Allar tríggjar virðislønirnar eru áljóðandi 20.000 krónur.