Sigrid dripin við vilja

Hóast tað fyrr í dag ljóðaði, at Sigrid Giskegjerde Schjetne varð yvirkoyrd og harvið mist lívið av einari vanlukku, so hevur Oslo tingrett varðhaldsfongslað teir báðar menninar, sum í gjár vórðu handtiknir og skuldsettir fyri at hava tikið lívið av 16 ára gomlu norsku gentuni.

vg.no skrivar í kvøld, at báðir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur við bræva-, vitjunar- og miðlabanni. Teir eru skuldsettir fyri viljað dráp ella viðvirkan til viljað dráp á Sigrid Giskegjerde Schjetne.

Harvið fylgdi rætturin kravinum frá politinum.

Grundgevingin hjá rættinum er, at Schjetne ikki hevur verið úti fyri einari bilvanlukku.

»Soleiðis sum málið stendur í løtuni metir rætturin tað mest sannlíkt, at Sigrid Giskegjerde Shcjetne hevur verið úti fyri viljaðum drápi, og at tað tískil ikki snýr seg um eina bilvanlukku«, sigur rætturin.

Politiið hevur heldur ikki funnið spor frá einari bilvanlukku, kemur fram í fongslingsdóminum.

»Í niðurstøðuni leggur rætturin dent á, at politiið ikki hevur funnið nøkur spor á ásaðnum sum benda á, at hon er rakt av einum bili«, sigur rætturin.

37 ára gamli maðurin, sum nú er varðhaldsfongslaður saman við tí 64 ára gamla, verður framvegis mettur sum høvuðsmaðurin aftan fyri drápið, skrivar vg.no