Fyrstu ferð, at føroyingar av álvara gjørdust varnir við frálíku sangevnini hjá ungu havnargentuni Sigrid Rasmussen, var, tá ið hon í einari norskari sjónvarpssending, tá ið hon púra óvæntað var biðin um at syngja fyri hyggjarunum. Hetta kom hon so væl frá, at Sjónvarp Føroya valdi at banda norsku sendingina, so at føroysku hyggjararnir eisini fingu møguleika at síggja Sigrid ?in action?.
Fyrsta konsertin uttanlanda
Hósdagin skal gentubólkurin Grace, sum Sigrid, saman við Kristine Borge og Unni Tingbjør, myndar, royna seg á palli í einari stórari jólaframførslu í lítla fyrstavaldinum við Miðjarahavið.
Millum áhoyrararnar verður eingin minni enn Prins Albert av Monaco, sum er ein tann mest eftirspurgdi piparsveinurin í Europa, og bólkurin fer helst eisini at vekja nøkur minnir hjá honum.
Tað er soleiðis, at mamma Prins Albert æt Grace, men hon doyði í eini ferðsluvanlukku í Monaco í september 1982.
Hetta er fyrstu ferð, at Grace skal royna seg uttanlanda, og tær tríggjar genturnar fáa eisini veruliga roynt seg. Steðgurin hjá teimum í Monaco verður í einans fýra dagar, men tær skulu tó hava tríggjar framførslur, har konsertin í Sale de Canton hóskvøldið í komandi viku er tann týdningarmiklasta.
Debutfløgan á marknaðin í Monaco
Í sambandi við at vælumtókti gentubólkurin úr Føroyum/Noreg vitjar lítla staðið í Suður-Fraklandi, fer debutfløgan hjá Grace eisini at verða send á marknaðin í Monaco.
Hetta førir millum annað við sær, at tær tríggjar genturnar skulu standa í størstu fløgubúðini í Monaco og signera fløgur.
Haraftrat skulu genturnar eisini hava eina stóra samrøðu við stóru suður-fronsku avísina Nice Matin.
Komandi mikudag hava genturnar eisini úr at gera, meðan tær eru á vitjan í Monaco. Tær skulu millum annað verða við til ferniseringina hjá kenda norska listamanninum Thorbjørn Mostad, sum letur eina framsýning upp í L?Atrium du Casino, eins og tær skulu verða við til at tendra norsku jólaframsýningina á staðnum.
Vit vóna Føroya-vitjan
Hvat, ið uppihaldið í Monaco fer at føra við sær, er óvist, men normenn hava stórar vónir til gentubólkin, og tey, sum hava lurtað eftir tónleikinum hjá bólkinum, duga fullvæl at skilja, hví normenn vænta sær so nógv av Grace.
Her heima í Føroyum kunnu vit føroyingar bert vóna, at Sigrid fer at royna at lokka hinar genturnar við sær til Føroya ein túr, so at vit eisini kunnu fáa ein møguleika at hoyra songfuglarnar live, tí tað er einki yvir at dylja, at Sigrid Rasmussen er eitt tað ?heitasta? føroyska tónleikanavnið í løtuni, um ikki tað heitasta.