Suðurafrikanarin Stephen Birch vil vera við, at hann hevur funnið grøvina hjá ensku gentuni Madeleine McCann, sum hvarv, tá hon helt frí í Portugal saman við foreldrunum fyri fimm árum síðani.
Sambært Sky News ivast bretska løgreglan í upplýsingunum, men hevur biðið Stephen Birch greiða nærri frá.
Stephen Birch sigur, at hann er púra bergtikin av málinum um Madeleine McCann, og hann hevur brúkt 400.000 krónur til ein scannara, sum kann avdúka ymiskt, sum er niðri í jørðini.
Nú sigur Stephen Birch, at scannarin hevur funnið eitt ella annað nærhendis staðnum, har Madeleine McCann hvarv í frítíðarbýnum Praia da Luz.
-Eg vil bara hava enda á hesum málinum, so familjan hjá Madeleine kann fáa vissu fyri, hvar gentan er. Eg eri sannførdur um, at hon liggur har, sum scannarin vísir, sigur Stephen Birch við Sky News.
Foreldrini hjá Madeleine McCann vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini.