Jú tað fyrsta eg hoyrdi var Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, sum átti pápa her úr Skopun og ber navni hjá abba sínum úr Skopun.
Eg sessaðist við borðið og skar mær ein stóran spikbita og tilsvarandi av grind. Eg hugsaði, at nú var útvarpsmaðurin farin á glattan ís, men eg hugsaði fast takið tær, nú fær tú skorfleingina.
Nú var eg um at seta í rangastrupan. Sigurd gav tí fólki, sum hann hevði røtur til, fótin í eitt víst stað, síðan trakkaði hann fólki sunnan fyri Skopunarfjørð undir halin.
Meðan eg gekk í døpurhuga, ringdi ein vinnmaður úr Klaksvík, sum eg havi sitið í tinginum saman við, hann segði, Gerhard, tak tær ikki tyknir av tú, sum Sigurd Poulsen hevur at bera fram, hann hevði sama boðskap um Norðoyatunnilin.
Men tú ger tað sama Sigurd Poulsen, tú fer í tað kórið, har mest fólk er í, og harvið roknar tú við nøkrum eyka poengum frá teimum, sum tú heldur sita sikrast á toppinum.
Men heilt erligt, hví roynur tú nú at sabotera Sandoyartunnilin, tað hevur ongantíð verið mansligt at sparka ein liggjandi.
Tí sum støðan er, meti eg Sandoynna liggja lágt, ikki tí at vit ikki eiga eitt gott fólk, men oyggin hevur onga raðfesting fingið frá tí politiska myndugleikanum.
Sandoyartunnilin kann fíggjast við 20 mió um árið í 20 ár, ella longri áramál, kanska 30 ár. Eftir tað hevði hann hvílt í sær sjálvum. Tá taki eg ikki tað við, at Teistin er ein góð salgsvøra, Sandoyar-siglingin gevur hall, Hest-rutan gevur hall og nógvar aðrar dupult funktiónir.
Men gott er, býtt av mær at tosa teimum ímóti, sum nær um ikki fáa flutt seg av berari vitan, og so eg við mínari handverkaraútbúgving.
Sigurd segði, at talið av sjómonnum skuldi hálverast og heldur skuldi teir farið inn á kontórini í Havn, har teir kunnu renna runt við A4-ørkum til reseptionir og eta pinnamat, tá fór landið at blomstra.
Men eg eri beingin fyri, at við ongari fiskivinnu hevði sæð ljótt út í Føroyum.
Men til allarrsíðst Sigurd Poulsen, Sandoyartunnilin er samtyktur, hugsa heldur um tann ungdóm, sum fer úr Sandoynni og kemur ongantíð aftur.
Ella børn, sum hava serligan tørv, tá muga foreldrini flyta í miðstaðarøkið.
Ella sandoyarfólk sum arbeiða í miðstaðarøkinum sum mugu av húsum kl 06.00 á morgni og er ikki heima aftur fyrr enn kl 19.00 á kvøldi.
Men Sigurd, alt hetta hevur ongan týdning fyri teg, tí tú gongur út í bilin og koyrir reipslongd, so er tú heima.
Tað hevði passað munandi betri at kanna umstøðurnar hjá Sandoynni, áðrenn tú fór at útpeika tína hjartans meining. Í dag standa bilar dagliga eftir við ferjuleguna, og nú byrjar eisini at skorta hjá øllum ferðafólkunum at koma við.