Sigurd Simonsen 90 ár

Mánadagin 16. november fylti Sigurd Simonsen í Hoyvík 90.

Hóast høga aldurin er Sigurd framvegis virkin innan føroysku ferðavinnuna við ferðamannastovuni Hoyviking Tours.


Sigurd byrjaði at arbeiða við turistum í 1956 á Ferðamannastovuni, sum tá helt til á Hotel Hafnia.

Í 1958 flutti Ferðamannastovan oman á Kongabrúnna, í bygningin sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í dag. Har var nógvur aktivitetur við ferðafólkum, hýruvognum og bussum, tá ferðamannaskipini komu á Havnina.


Í 1985 byrjaðu Sigur og konan, Renata, teirra egnu ferðaskrivstovu, sum í 1988 bleiv til Faroe Travel, og sama ár byrjaði Sigurd fyri seg sjálvan undir navninum Hoyviking Tours, sum hann framvegis rekur.


Sigurd er kendur fyri at duga væl at leggja til rættis og at skipa fyri. Áðrenn summarsesongin byrjar, fáa bussførarar og ferðaleiðarar yvirlit yvir hvørji skip koma og nær. Har kunnu tey so tekna seg til teir ymisku túrarnar. Í góðari tíð fáa tey eina koyriætlan, har hædd er tikin fyri øllum, heilt niður í smálutir. Meðan ferðamannaskipini eru her, bjóðar Sigurd kaffi og køkur til bussførar og ferðaleiðarar úr viðførisrúminum á bili sínum.


-red